Samráðast aftur týsdagin

Samráðast aftur týsdagin
Fundurin við Fíggjarmálaráðið í gjár var um onnur mál enn lønina
Ólavur Gunnarsson er formaður í Maskinmeistarafelagnum
 
11.06.2020 - 10:59

Maskinmeistarafelagið var í gjár á fundi við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála.

Ólavur Gunnarsson, formaður, sigur, at fundurin snúði seg um onnur viðurskifti enn lønina, sum samráðsrt verður um seinni.

Partarnir avtalaðu at hittast aftur týsdagin.

Í morgin skuldi Maskinmeistarafelagið á fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um nýggjan sáttmála, men Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur biðið um at fáa fundin útsettan.

Miðið verður eftir, at partarnir hava fund í næstu viku, sigur Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155