Kina aftur rakt av koronasmittuni

Kina aftur rakt av koronasmittuni
Myndugleikarnar hava latið ein stóran matmarknað aftur í Beijing og avbyrgt 11 býarpartar nærhendis
 
13.06.2020 - 09:53

Í Beijing hava myndugleikarnir latið ein stóran matmarknað aftur, eftir at 45 fólk eru kannað og royndirnar hava víst, at tey hava korona.

517 fólk vórðu kannað og 45 vístu seg altso at hava korona.

Síðani hava myndugleikarnir avbyrgt 11 býarpartar nærhendis marknaðinum og hava sett forboð fyri, at ferðafólk koma til økið. Tað skrivar Reuters.

Tíðindastovan sigur eisini, at fleiri marknaðir í Beijing hava bannað sølu av oksa- og seyðakjøti, umframt at fleiri eisini eru givin at selja laks.

Hetta tí, at koronasmitta er funnin á skeribrettunum, sum verða brúkt á marknaðinum til at skera laksin á.

Sambært Reuters hava myndugleikarnir í Beijing boðað frá, at meira enn 10.000 fólk, sum hava vitjað marknaðin, skulu kannast fyri korona.

Somuleiðis er avrátt, at næmingar frá fyrsta til triðja flokk ikki skulu í skúla mánadagin sum ætlað.

Fleiri enn 7,6 milliónir fólk kring knøttin eru vorðin smittað við korona. 420.000 fólk eru deyð við korona.

Í Kina eru 84.000 skrásett við smittuni, 4600 eru deyð við henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635