Skeinkistøð vilja hava endurgjald

Skeinkistøð vilja hava endurgjald
Skipanin, har landsstýrismaðurin kann gera av, nær skeinkistøð skulu hava opið, eigur at fara úr gildi 31. august í ár, halda skeinkistøðini
Skeimkistøð vilja hava fult endurgjald fyri mistar inntøkur
 
17.06.2020 - 13:20

Skeinkistøðini eiga at fáa fult endurgjald fyri mistar inntøkur, um tey noyðast at lata aftur fyrr enn tey plaga.

Tað siga umboð fyri nøkur skeinkistøð í Havn í hoyringarskrivi um ætlaðu broytingina í matstovulógini.

Broytingin ger, verður hon samtykt, at landsstýrismaðurin kann gera av, nær skeinkistøð lata upp og aftur og, hvussu nógv fólk kunnu vera inn.

Skipanin ov leingi í gildi

Sambært broytingaruppskotinum skal henda heimild vera galdandi til 31.mars næsta ár.

Tað halda skeinkistøðini vera alt av leingi. 

Kemur broytingin, skal hon fara úr gildi aftur 31.august í ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040