Skattainntøkurnar størri í ár

Skattainntøkurnar størri í ár
Kommunurnar hava fingið 38 milliónir kr. meira í skatti
Bæði kommunur og land hava fingið meira í skatti í ár
 
18.06.2020 - 09:29

Kommunurnar fingu meira í skatti fyrstu fimm mánaðirnar í ár enn í fjør.

Munurin er 38,1 mió. kr., ella 4,6 prosent.

Sjey kommunur fingu minni í skatti í ár enn í fjør. Tær eru Viðareiði, Vestmanna, Sunda kommuna, Hov, Fámjin, Tvøroyri og Sumba.

Eisini landið

Landið hevur eisini fingið meira í skatti í ár.

Landsskatturin er 6,5 prosent størri í ár enn hann var í fjør.

Kirkjuskatturin er sjey prosent størri, og eftirlønarskatturin er 7,4 prosent størri í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129