Skeinkistøð: Meirilutin mælir frá at steingja

Skeinkistøð: Meirilutin mælir frá at steingja
Vinnunevndin hevur lagt fram álit í málinum, um at landsstýrismaðurin skal fáa heimild at steingja skeinkistøð
Bjørt Samuelsen er forkvinna í Vinnunevndini
 
19.06.2020 - 11:12

Meirilutin í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Johan Dahl, Henrik Old, Bjarni Hammer, Beinir Johannesen og Bjarni Kárason Petersen, mælir frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum hevur biðið um at heimild at steingja ella avmarka upplatingartíðirnar á skeinkistøðum, og hvussu nógvir gestir kunu vera.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin skal fáa hesi heimild til 31. mars næsta ár.

Minnilutin, Christian Andreasen, mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Sí álitið frá vinnunevndini her

Løgtingið hevur aðru viðgerð av uppskotinum á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 11. Tingvarpið sæst her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329