Dagtilboð á Glyvrum til minnisveik

Dagtilboð á Glyvrum til minnisveik
Tilboðið er fyri fólk, sum búgva í Eysturoynni og Norðoyggjum
Almannaverkið umsitur dagtilboðini til minnisveik
 
22.06.2020 - 13:13

Nú hevur nýggja dagtilboðið fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár, latið upp á Glyvrum.

Tilboðið er fyri fólk, sum búgva í Eysturoynni og í Norðoyggjum, sigur Almannamálaráðið.

Endamálið er at tryggja hesum fólkum ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag, og at stuðla teimum at varðveita lívsgóðskuna.

Tilboð í Havn 

Eitt dagtilboð til minnisveik er longu í Skotarók í Havn, har pláss er fyri átta fólkum. Higartil hava fólk úr Eysturoynni og Norðoyggjum koyrt til Havnar.

Við nýggja tilboðnum á Glyvrum verða tvífalt so nógv, sum fáa gagn av hesi tænastu. Pláss er fyri átta fólkum.

Í morgin verður móttøka í sambandi við, at nýggja dagtilboðið letur upp.

Koronutilmælini gera, at móttøkan er ikki almenn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329