FS skal rinda rentur og sakarkostnað

FS skal rinda rentur og sakarkostnað
Hægstirættur frídømdi teir fýra Eik-menninar, og Fíggjarligt støðufesti sleppur nú at gjalda
Henrik Bjerre Nielsen er stjóri í Fíggjarligum støðufesti
 
23.06.2020 - 11:00

Tær 28,6 milliónirnar, sum Eystari landsrættur dømdi Marner Jacobsen, nevndarformann í Eik Bank Danmark, Henrik Ørsted, næstformann og stjórarnar, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg, at gjalda Fíggjarligum støðufesti eru vorðnar til 42,6 mió. kr., tá renturnar eru taldar við.

Men í gjár frídømdi Hægstirættur teir fýra, so teir skulu einki gjalda kortini. 

Afturat teimum 42,6 milliónunum koma fleiri rentur, nú Fíggjarligt støðufesti skal gjalda pengarnar aftur.

Tær renturnar eru í minsta lagi tríggjar milliónir og 680.000 kr., skrivar Ritzau.

Harafturat skal Fíggjarligt støðufesti rinda 57,5 mió. kr. í sakarkostnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904