– Avbjóðarin ikki bestu kortini á hondini

28.06.2020 - 16:58
Útheimurin
– Avbjóðarin ikki bestu kortini á hondini
Guðmundur Franklín Jónsson, ið bjóðaði sitandi forsetanum í Islandi av, dróg politisk mál inn í valstríðið, sigur føroyski sendimaðurin í Reykjavík

Guðni Th. Johannesson fekk 92 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í Íslandi í gjár

Guðni Thorlacius Johannesson heldur fram sum forseti í Íslandi. Hann vann forsetavalið í gjár við stórum meiriluta. Hann fekk 92,2 prosent av atkvøðunum.

Valluttøkan á íslendska valinum í gjár var 67 prosent. Mótvalevnið var Guðmundur Franklín Jónsson, sum er búskaparfrøðingur og hotellstjóri á Bornholm.

Søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Johannesson varð valdur til forseta í Íslandi í 2016.

Hoyr samrøðu við Petur Petersen, sendimann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta í Glyrva kirkju
206625
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597