Skjalasavn letur upp á Tvøroyri

Skjalasavn letur upp á Tvøroyri
Ein verkætlan á Tvøroyri, sum hevur verið á veg í fleiri ár, gerst nú veruleiki
 
29.06.2020 - 09:07

Fríggjadagin letur upp skjalasavn á Tvøroyri. Talan er um verkætlan, sum hevur trý ár á baki, ið Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava staðið á odda fyri.

Tvøroyra kommuna hevur fíggjað verkætlanina, og teir báðir hava savnað inn tilfar, sum er fingið til vega úr øllum landinum. Síðani er tilfarið skrásett og lagt á goymslu í framkomnari skipan á gamla Ísvirkinum á havnarlagnum á Tvøroyri.

Talan er um tilfar um søgu Tvøroyrar. Móttøka verður fríggjadagin á Seglloftinum á Tvøroyri, áðrenn farið verður út á Skjalasavnið, har landsstýrismaðurin í mentamálum letur savnið upp alment.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507