Hava funnið ólógligt fongsul í Hollandi

Hava funnið ólógligt fongsul í Hollandi
Løgreglan í Hollandi hevur handtikið seks fólk eftir at hon í gjár avdúkaði eitt ólógligt fongsul við millum annað píningarúmi
Í einum av ljóðdoyvdu klivunum stóð hesin tannlæknastólurin
Mynd: AP  
 
08.07.2020 - 17:18

Í atsókn í gjár í hollendsku bygdini Wouwsse Plantage nærindis belgiska markinum, fann løgreglan sjey bingjur, sum vórðu innrættaðar sum fongsulsklivar, og tær eru ljóðdoyvdar.

Í fongsulsklivunum fann løgreglan millum annað ein tannlæknastól, hondjørn og amboð, millum annað saksar til at skera runnar og trø við og skalpellar, sum læknar nýta til skurðviðgerð.

Hollendska løgreglan legði eisini hald á vápn, løgreglubúnar, stolnar bilar og rúsevni í øðrum bygningum, skrivar Sky News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650