Airbus ætlar at siga 15.000 fólkum úr starvi

Airbus ætlar at siga 15.000 fólkum úr starvi
Hollendska flogverksmiðjan hevur ongan nýggjan ordra fingið í tríggjar mánaðir
Túsundtals fólk hjá Airbus verða søgd úr starvi í næstum. Flogverksmiðjan fær ongar nýggjar ordrar
 
10.07.2020 - 08:57

Fleiri túsund starvsfólk hjá flogverksmiðjuni Airbus í Fraklandi og Týsklandi mótmæltu mikudagin móti ætlanunum um at minka starvsfólkahópin við 15.000 størvum, skrivar check-in.dk

Á flogvøllinum í Toulouse í Fraklandi, har Airbus hevur støð, løgdu millum 7.000 og 9.000 starvsfólk niður arbeiðið og fóru út úr verksmiðjubygninginum og út á flogbreytina í mótmæli.

Í verksmiðjuni í Hamburg settu starvsfólkini 2.000 tómar stólar út, sum tekin um arbeiðsplássini, verksmiðjan fer at missa, og á verksmiðjuni í Augsburg sendu fólk starvfólk upp ballónir við boðskapi á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483