Løgtingið sett fyri afturlatnum hurðum

bannari
Løgtingið sett fyri afturlatnum hurðum
Setanin verður tó send í útvarpinum, sjónvarpinum, í FM-tingvarpinum og á netinum
Støðan við koronu ger, at almenningurin sleppur ikki í løgtingið ólavsøkudag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.07.2020 - 09:06

Almenningurin sleppur ikki í løgtingið á ólavsøku, sum annars er vanligt, tá tingið verður sett. 

Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at í ár verður løgtingið sett fyri afturlatnum durum.

Setanin verður tó send í útvarpinum, sjónvarpinum, í FM-tingvarpinum og á netinum.

Skrúðgongan í Dómkirkjuna verður sum vant, men almenningurin sleppur ikki til gudstænastuna. 

Kórsangurin uttan fyri tinghúsið verður eisini ólavsøkudag, men kórið er minni í ár.

Havnarkórið syngur ólavsøkudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028