Stovna nýggja farleið - leiga skip fyri Akranes

Stovna nýggja farleið - leiga skip fyri Akranes
Mistral, sum Smyril Line hevur leigað úr Finnlandi, kemur í flotan 12. august
Mistral kemur í flotan hjá Smyril Line 12. august
 
27.07.2020 - 14:36

Smyril Line hevur leigað ro-ro-skipið Mistral frá finska reiðarínum, Godby Shipping, og verður sostatt sætta skipið í flotanum hjá Smyril Line.

Mistral er undir finskum flaggi, og manningin er finnlendingar. Hon telur 24 mans. Mistral kemur í flotan 12. august.

Endamálið við leigumálinum er at stovna eina nýggja farleið millum Rotterdam og vestara part av Noregi.

Akranes, sum í løtuni røkir siglingina millum Ísland, Føroyar og Danmark, fer at røkja nýggju farleiðina, og Mistral, sum nú verður leigað, fer at røkja siglingina hjá Akranesi.

Eina ferð um vikuna

Akranes fer nú at sigla eina ferð um vikuna úr Rotterdam til Stavanger, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi, og so aftur til Rotterdam.

Við nýggju farleiðini fara tvey skip hjá Smyril Line at sigla til Rotterdam um vikuna. 

Smyril Line hevur tí sett fimm fólk í starv í stóra havnarbýnum. Tey taka sær av øllum skrivstovuarbeiði í sambandi við komur og fráferðir.

Nýggja skrivstovan læt upp longu 1. juli.

Tá ið Mistral legst aftrat, hevur Smyril Line tilsamans seks skip í flotanum. Hini eru Norrøna, Mykines, Akranes, Eystnes og Hvítanes.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928