Cassiopeia á veg til Las Palmas

Cassiopeia á veg til Las Palmas
Skipið, sum hevur ligið í Norðhavnini, loysti um 10-tíðina í gjárkvøldið
Cassiopeia fór úr Norðhavnini í gjárkvøldið, og hevur nú kós móti Las Palmas
Mynd: Pól Sundskarð  
 
31.07.2020 - 08:47

Litaviska skipið Cassiopeia, har tað í gjár varð staðfest at 11 av manningini høvdu koronasmittu, legði í gjárkvøldið frá landi.

Skipið hevur ligið í Norðhavnini í Ánunum.

Sambært heimasíðuni Marine Traffic, hevur Cassiopeia sett kós móti Las Palmas.

Skuldi til Ghana

Skipið skuldi upprunaliga til Ghana, men var liggjandi, tá koronasmitta var staðfest umborð, eftir tað hevði ligið í Norðhavnini saman russisku skipunum, Kareliu og Jan Tarny. 

Ætlanin var annars, at skipið skuldi liggja til í dag, tá ein avgerð skuldi takast um manningina, men Cassiopeia loysti stutt eftir klokkan 10 í gjárkvøldið.

Tað tekur Cassiopeiu eina góða viku at sigla til Las Palmas, og manningin telur 23 mans.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507