Drúgt at greina allar kanningarnar

bannari
Drúgt at greina allar kanningarnar
Heilsumyndugleikarnir heita á fólk um at vera varin, so leingi allar kanningarnar frá mikudegnum ikki eru greinaðar
 
06.08.2020 - 12:05

Tað tekur tíð at greina allar tær 1.500 - 1.600 koronukanningarnar, sum vórðu gjørdar í Føroyum í gjár, siga heilsumyndugleikarnir.

Á sjúkrahúsunum vórðu gjørdar umleið 900 kanningar, og umleið 300 kanningar verða greinaðar í løtuni. Landslæknin skal síðani ringja til teirra, sum hava fingið staðfest koronusmittuna.

Heilsumyndugleikarnir heita tí á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslit eru almannakunngjørd, skriva myndugleikarnir á corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF