Vilja loyva foreldrum við fyrsta skúladag

Vilja loyva foreldrum við fyrsta skúladag
Tað er ikki ráðiligt at fylgja tilmælinum um, at foreldur ikki skulu sleppa inn í skúlarnar, siga skúlaleiðslur í Havn
Fyrsti skúladagur verður í næstu viku
 
14.08.2020 - 12:59

Hóast tilmælið hjá Undirvísingarstýrinum er, at foreldur ikki sleppa inn á skúlarnar, hava fleiri av teimum stóru skúlunum í Havn ætlanir um at lata foreldrini at børnum, sum fara í forskúla og 1. flokk, sleppa við fyrsta skúladag.

Tað er ikki ráðiligt at fylgja tilmælunum, siga fleiri skúlaleiðarar. 

Onnur halda, at tað ber til at fylgja tilráðingunum, um dagurin verður lagdur til rættis eftir tí.

Kenna hvørki skúla ella lærarar

Børnini kenna hvørki skúlan ella lærarar, og teir skúlaleiðarar, sum útvarpið hevur tosað við, eru á einum máli um, at tað kann skaða skúlagongdina hjá barninum, um tað fær eina byrjan, sum er so ótrygg.

- Er tað ov vandamikið, eiga vit heldur bíða við at lata skúlarnar upp, heldur onkur av skúlaleiðslunum, sum útvarpið hevur tosað við. 

Undirvísingarstýrið fer á fund seinnapartin, og har verður hetta málið eisini umrøtt sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870