54,4 stig: Mesti hitin nakrantíð mátaður á jørðini

54,4 stig: Mesti hitin nakrantíð mátaður á jørðini
Nýtt hitamet varð eftir øllum at døma sett um vikuskiftið, tá hitamátarin í Kalifornia vísti 54,4 stig
Hitamátarin her í Death Valley í Kalifornia kom upp á 54,4 stig um dagarnar
Mynd: AP  
 
18.08.2020 - 07:49

Tað var sunnudagin í tjóðarparkini Deyðadalinum - Death Valley - í Kalifornia, tá hitamátarin hjá almennu veðurtænastuni í USA vísti heili 54,4 stig.

Metið áðrenn hetta var sett í 1913. Tá vísti hitamátarin 56,6 stig, men serfrøðingar seta spurnartekin við ta mátingina, tí hon samsvarar ikki við aðrar mátingar gjørdar í økinum um somu tíð.

Øgiligi hitin í Kalifornia og á vesturstrondini í USA kemur av einari hitabylgju, og hitin fer ikki at lækka aftur fyrr enn í morgin, skrivar BBC.

El-veitingin brendi saman

Orsøkin er eitt hátrýst sum liggur í stað í útsynnings- og vesturstrondini, sum hevur nógv sólskin og heitt veður við sær.

Hitin elvir eisini til trupulleikar við streymveitingini skrivar BBC, tí eitt el-veitingarvirki í Kalifornia brendi saman sunnudagin í nógva hitanum.

Hetta hevur elvt til planløgd streymslit, tí streymveitaranir megna ikki at nøkta tørvin fyri streymi í økinum í tí nógva hitanum, sum er á leiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563