Skulu hava møguleika at gevast fyrr

Skulu hava møguleika at gevast fyrr
Danska stjórnin skjýtur upp, at fólk, sum hava verið leingi á arbeiðsmarknaðinum, og eru niðurslitin, skulu fáa eina serliga pensjón
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, legði nýggju pensjónsætlanina fram á tíðindafundi, sum varð hildin í bygninginum hjá sláturvirkinum Danish Crown í Horsens í dag
 
18.08.2020 - 15:47

Umleið 38.000 danir fáa í 2022 møguleikan at fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum.

Tað boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi í Horsens í dag, har hon legði fram uppskotið hjá stjórnini um eina serliga pensjónsskipan fyri tey, ið hava verið virkin á arbeiðsmarknaðinum í meira 42 ár, og eru niðurslitin.

Tey skulu hava møguleika at fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum.

 Fólk, ið hava havt eitt tungt kropsligt arbeiði, fáa nú møguleika at fáa serligu pensjónina.

Útgjaldið verður 13.550 krónur fyri skatt. 

Misjøvn undirtøka

Pensjónsuppskotið fær misjavna móttøku frá flokkunum á fólkatingi. 

Pernille Skipper, politisk talskvinna fyri Eindarlistan, tekur væl ímóti uppskotinum. 

- Har er nógv gott. Tað er óført, at ljós verður varpað á ein stóran trupulleika hjá summum av teimum í samfelagnum, ið hava tyngstu og lægst løntu størvini, sigur Pernille Skipper við TV2.

Hon finst kortini at, at eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og starvsfólk í eldrarøktini ikki fáa hendan møguleikan. 

Lunkaður

Radikali flokkurin, sum eisini er stuðulsflokkur hjá stjórnini, er meira lunkaður:

- Stóri spurningurin er, um hetta er ein rættvís skipan, ella um vit skulu finna ein annan leist at hjálpa teimum, ið er niðurslitin, sigur Morten Østergaard, floksformaður í Radikala Vinstra.

Ov lítið útgjald

Og Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum, finst eisini at uppskotinum. Hann heldur, at tað fevnir um ov fá fólk, og útgjaldið er eisini ov lítið.

- Vit hugsa um tey fólkini, ið hava arbeitt í mong ár, og vanliga hava havt tey tyngstu arbeiðini, sigur hann við DR. Kristian Thulesen Dahl leggur afturat, at flokkurin er sinnaður at samráðast við stjórnina um neyðugar broytingar. 

Danska stjórnin væntar, at umleið 22.000 fólk fara at brúka møguleikan at fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum og taka av nýggja pensjónsmøguleikanum í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928