- Etingarólagið mundi gjørt av við meg

20.08.2020 - 16:26
Lívsstílur
- Etingarólagið mundi gjørt av við meg
Longri samrøða við Kirstin Helenu Hansen, sum hevur livað við etingarólagi í 12 ár

27 ára gamla Kirstin Helena Hansen hevur stríðst við etingarólag í 12 ár. Til tíðir hevur hon vigað 39 kilo, sum eisini hevur havt við sær, at hon hevur havt nógv álvarslig hjáárin sálar- og kropsliga.

Etingarólag kemst ofta av at ein upplivir ógvusliga mótgongd í lívinum, sum ein ikki hevur tamarhald á.Tískil gerst tamarhald á mati ein troyst fyri tann, tað rakar. Hetta var eisini galdandi hjá Kirstini Helenu Hansen, tá etingarólagið byrjaði.

Í fyrstu atløgu var talan um ein sokallaðan "slankikur", sum síðani gjørdi hana álvarsliga sjúka. Kirstin hevur í fleiri umførum verið innløgd á sjúkrahúsinum. Einaferð var Kirstin so mikið illa fyri, at tað stóð um lív.

Í dag hevur Kirstin Helena Hansen tað munandi betri. Tó er hon tilvitað um, at henni enn tørvar hjálp. Tískil arbeiðir hon miðvíst við at halda sína sálar- og kropsligu heilsu við líka.

Hoyr Summartímin hósdagin 20. august

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558