Óvist um dysturin verður spældur

Óvist um dysturin verður spældur
Farsóttarnevndin kemur við fráboðan á middegi
Nýggja liðið hjá Slovan Bratislava kom til Føroya í gjár
 
21.08.2020 - 10:07

Enn er óvist, um nakar dystur verður í kvøld millum KÍ og Slovan Bratislava.

Slovan Bratislava sendi eitt nýtt lið til Føroya í gjár, eftir at ein í upprunaliga hópinum hjá felagnum fekk staðfest koronu, tá liðið kom til Føroya.

Ætlanin var, at nýggja liðið, sum kom í Vágar um middagsleitið í gjár, skuldi venja í Klaksvík í gjárkvøldið, men liðið møtti ikki.

Farsóttarnevndin hevur verið á fundi í gjár og aftur í morgun um dystin.

Formaðurin í farsóttarnevndini, Michael Boolsen, segði við Kringvarpið fyri løtu síðani, at ein fráboðan kemur á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334