Ávísingar til koronukanningar kostaðu eina millión

bannari
Ávísingar til koronukanningar kostaðu eina millión
Leysliga mett eru 6.000 ávísingar sendar Heilsutrygd, og hvør ávísing kostar 145 kr. Tað eru 870.000 kr.
Bara tey, sum heilsuverkið kannaði, skuldu hava ávísing. Nú krevst eingin ávísing frá lækna
 
21.08.2020 - 11:08

Ávísingarnar frá kommunulæknunum til koronukanningar hava kostað Heilsutrygd næstan eina millión krónur.

Leysliga mett eru 6000 ávísingar sendar Heilsutrygd, og hvør ávísing kostar 145 kr. Tað eru 870.000 kr.

Men í Heilsutrygd siga tey, at hetta er eitt bruttotal, tí tær nógvu koronuávísingarnar hava gjørt, at kommunulæknarnir hava ikki fingið gjørt ymiskt annað, sum teir fáa pengar fyri. 

Bara tey, sum heilsuverkið kannaði, skuldu hava ávísing.

Nú krevst ongin ávísing

Nú krevst ikki longur ávísing frá kommunulækna fyri at blíva koronukannað ella kannaður.

Tá læknavaktin 1870 skrivaði ávísingar, fekk tann, sum skrivaði tær, ikki hesar 145 krónurnar, men tímaløn, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Tá korona kom til Føroya, gjørdu læknarnir av, hvør skuldi kannast fyri koronu. Ein læknalig meting varð gjørd um tað.

Men seinni fingu øll, sum bóðu um tað, ávísing til koronukanning.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120