Økisnavn.fo er ikki partur av fyrisitingini

Økisnavn.fo er ikki partur av fyrisitingini
Umboðsmaðurin hevur biðið Umhvørvis- og vinnumálaráðið kannað, um umsitingin av økisnøvnum eigur at verða skipað í lóggávu
Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður, heldur, at ein lóg kann skipa almennar reglur um umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum
 
27.08.2020 - 09:59

Ein klaga um, at Økisnavn.fo krevur pengar fyri tær tænastur, sum stovnurin veitir, bleiv ikki viðgjørd av Løgtingsins umboðsmanni.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið segði, at virksemið hjá Økisnavni.fo er ikki partur av almennu fyrisitingini.

Og hesum tekur Løgtingsins umboðsmaður undir við.

Klagan um Økisnavn.fo er tí ikki viðgjørd, tí Umboðsmaðurin viðger bara almennu fyrisitingina.

Lóggáva á økinum

Men Løgtingsins umboðsmaður bað Umhvørvis- og Vinnumálaráðið kanna, um umsitingin av føroyskum internet-økisnøvnum eigur at verða skipað í lóggávu.  

Danska umsitingin av internet-økisnøvnum, sum føroyska umsitingin er grundað á, varð skipað í lóggávu longu í 2005.   

Umboðsmaðurin heldur, at ein lóg kann skipa almennar reglur um umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum, áseta neyðug krøv og treytir um KT-trygd, og áseta reglur um kærumyndugleika og reglur, sum skipa eftirlitið við umsitingini av økisnøvnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233