Korona hóttir Norwegian

bannari
Korona hóttir Norwegian
Norska flogfelagið hevði umleið fýra milliardir kr. í halli fyrra hálvár
Tá ringast stóð til í vár, hevði Norwegian bara átta flogfør á flogi
 
28.08.2020 - 09:11

Koronufarsóttin hóttir tilverugrundarlagið hjá norska flogfelagnum Norwegian. 

2020 skuldi eftir ætlan vera eitt tað besta árið hjá felagnum yvirhøvur, men nú roknskapurin fyri fyrra hálvár er kunngjørdur, vísir hann 3,8 milliardir kr. í halli. 

Tað skrivar check-in.dk.

Bara átta flogfør

Tá koronufarsóttin herjaði frá mars til juni, hevði Norwegian bara átta flogfør á flogi. Og tað sæst aftur í roknskapinum, har umsetningurin er minkaður 65 prosent samanborið við fyrra hálvár í fjør.

- Fyrst í hesum árinum væntaðu vit eitt yvirskot og okkara besta summar yvirhøvur, eftir at sparitiltøk vóru sett verk og raksturin batnaði. Men so kom Covid-19, og eftirspurningurin eftir ferðaseðlum steðgaði upp alt fyri eitt, tí stjórnir í øllum heiminum settu ferðaavmarkingar í verk og herdu ferðavegleiðingarnar, sigur Jacob Schram, sum er samtøkustjóri í Norwegian.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961