Ferðavinnufyritøkur kunnu søkja um koronustuðul

Ferðavinnufyritøkur kunnu søkja um koronustuðul
Seinasta freist at søkja er 31. oktober
Kunngerðin um koronustuðul til ferðavinnufyritøkur er afturvirkandi til 12. mars
 
31.08.2020 - 09:05

Leygardagin kom í gildi kungerðin um covid-19 stuðul til ferðavinnufyritøkur.

Stuðulin er til fastar útreiðslur til og við í dag. Men kunngerðin er afturvirkandi til 12.mars í ár.

Umsókn um stuðul skal latast Taks í seinasta lagi 31.oktober í ár.

Uppskotið um kunngerðina varð gjørt hálvan juli, og tað hevur verið til hoyringar.

Skeinkistøðini, sum nú noyðast at lata aftur kl. 23.00 eftir boðum frá landsstýrinum, fáa pengar úr landskassanum, sambært kunngerðini. Tey fáa stuðul fyri tíðarskeiðið 8.august til 31.august.

Dagpengaskipanin longd

Lógin, sum gevur heimild at geva dagpengar í sambandi við koronu, skuldi eisini fara úr gildi á midnátt.

Men tann skipanin verður longd, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Tey, sum eru smittað, ella eru sett í sóttarhald og tí missa løn, hava rætt til dagpening.

Lønarískoytisskipanin, sum Als umsitur, fer eisini úr gildi á midnátt.

Nú í morgun eru 613 fólk í skipanini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655