- Eg mátti melda hann

03.09.2020 - 18:06
InnlendisSamfelag
- Eg mátti melda hann
Malan Vitalis Joensen tók støðu í 2017 at melda ein mann, sum gjørdi seg inn á hana, tá hon var barn. Nú er hann dømdur í Eystara Landsrætti.

Í síðstu viku herdi Eystari Landsrættur dómin móti einum 60 ára gomlum manni, sum í 90'unum framdi kynsligan harðskap móti fýra gentum, sum vóru ímillum fýra og sjey ára gamlar.
Maðurin var í september í fjør dømdur í Føroya rætti eitt ár og tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við trimum av gentunum.
Dómurin endaði í landsrættinum, sum nú hevur hert revsingina til hálvtannað ára treytaða fongsulsrevsing. Umframt hetta, skal maðurin vera undir eftirliti hjá kriminalforsorgini í tvey ár.
Ein av kvinnunum, sum maðurin er dømdur at hava gjørt seg inn á, er 29 ára gamla Malan Vitalis Joensen av Tvøroyri.

 

Hon greiðir nú frá hvat tað var, sum fekk hana at melda málið nøkur og 20 ár eftir hon var fyri hesum brotsgerðum. Tað var tungt og hart, men eisini gott at umsíðir taka stríðið upp og berjast fyri rættvísi, sigur Malan Vitalis Joensen.

 

Málið hjá Maluni Vitalis Joensen og hinum kvinnunum varð roynt í tveimum rættum. Ákæruvaldið kærdi dómin í Føroya Rætti til Eystara Landsrætt, tí ein prinsipiellur spurningur mátti avgreiðast, helt ákæruvaldið.

 

Hoyr samrøðu við Maluna Vitalis Joensen og varafútan Lindu Margrethe Hesselberg við at trýsta á pílin á myndini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444