Seyðasýningin verður fyrst í november

Seyðasýningin verður fyrst í november
Fyri at vera við í sýningini krevst, at seyðurin skal vera frískur og hevur móitstøðuføri móti ridluskriða
Seyðurin verður sýnaður eftir einum stiga, frá 0 - 10
 
07.09.2020 - 08:56

Í ár verður landsseyðasýningin frá 4. til 8. november.

Útvald sýnsfólk hjá Búnaðarstovuni sýna seyðirnar, og nummar 1, 2 og 3 verða kosnir í hvørjum bólki - tað vil siga veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Seyðurin verður sýnaður eftir einum stiga, frá 0 - 10, fyri ávikavist bein framman, bein aftan, horn, ull og heildarmynd. 

Fyri at vera við í landsseyðasýningini skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða.

Góðkendur á lokalari seyðasýning 

Seyðurin skal eisini vera góðkendur á lokalari seyðasýning í einum av sýnsøkjunum, sum Búnaðarstovan hevur ásett, stendur m.a. í reglugerðini fyri landsseyðasýningina.

Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni mánadagin 2. november. Tað er ókeypis av vera við.

Endaliga úrslitið av landsseyðasýningini verður kunngjørt fríggjakvøldið, 13. november. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
202371
Hósdag 8. januar
Morgunlestur hósdagur 8.januar 2025
202090
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Mikudag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
202339
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303