Leggja rottueitur í Sandoyartunnilin

Leggja rottueitur í Sandoyartunnilin
Eingin rotta er í 11 oyggjum í Føroyum, teirra millum Sandoynni
Eitur og fellur verða løgd í Sandoyartunnilin, so Sandoyggin kann verjast fyri rottu
 
09.09.2020 - 09:36

Tá Sandoyartunnilin er liðugur, skulu rottueitur og fellur vera í tunlinum, tí eingin rotta er í Sandoynni.

Tað sigur Umhvørvisstovan, sum minnir á, at freistin at bíleggja rottueitur og útgerð at týna rottu við er úti í morgin.

Fyri summarfrítíðina fingu allar kommunur bíleggingarseðil frá Umhvørvisstovuni, har tær kunnu bíleggja útgerð og rottueitur. 

Umhvørvisstovan hevur ikki frætt frá øllum kommunum enn, sigur hon.

Kommunurnar hava ábyrgdina av rottutýningini í Føroyum.

Eiga at hava eitur og útgerð tøk

Men bara Umhvørvisstovan hevur loyvi til at innflyta og útflýggja kommunum útgerð at týna rottu við og rottueitur.

Eisini kommunur í rottufríum oyggjum eiga at hava eitur og útgerð tøk.

Stovnar og feløg, sum sigla ella flúgva til rottufríar oyggjar, skulu hava eftirlit við, um rotta er umborð. 

Har tað er gjørligt skulu rottufellur og rottueitur altíð vera umborð á hesum flutningsførum, sigur Umhvørvisstovan.

Rotta er ikki staðfest í 11 oyggjum í Føroyum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040