Stórur eldur í flóttafólkalegu á Lesbos

Stórur eldur í flóttafólkalegu á Lesbos
13.000 fólk búgva í leguni, sum er tann størsta í Evropa. Eldurin kyknaði eftir øllum at døma eftir ósemju um koronutiltøk
Misjøvn tíðindi ganga um eldsbrunan í flóttafólkuni. AP skrivar, at nógv flóttafólk eru flýdd, men aðrar keldur siga, at løgreglan hevur eftirlit við 12.000 flóttafólkum í leguni
Mynd: AP  
 
09.09.2020 - 13:38

Stórur eldur herjaði í nátt flóttafólkaleguna, Moria, á griksku oynni Lesbos, og støðan í leguni er út av lagi vánalig, skrivar norski miðilin, VG.

Í leguni eru 13.000 fólk, og hetta er størsta flóttafólkalega í Evropa.

Herfyri var koronusmittan staðfest í leguni, og eldurin kyknaði eftir ósemju í leguni um koronutiltøkini í nátt, sigur ein, sum býr í leguni, við blaðið.

Klokkan trý í nátt brann í fleiri støðum í leguni, so talan er um eina vanlukku, sigur maðurin, sum er úr Afganistan.

Løgreglan legði uppí, og forðaði fólki at fara úr leguni.

Brunnin í grund

Í morgun ganga tíðindi um, at legan er brunnin í grund, skrivar blaðið.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við Reuters, at øll flóttafólkini eru flutt til eitt trygt stað. AP skrivar, at nógv fólk eru flýdd úr leguni, og eingin veit, hvar tey eru.

Aðrar keldur siga, at løgreglan hevur eftirlit við minst 12.000 fólkum á vegnum uttan fyri leguna.

Um vikuskiftið var koronusmittan staðfest í Moria-leguni, og nú eru 35 fólk smittað, upplýsa myndugleikarnir. 

Eldur settur á

Fólk í leguni hava ikki fingið nóg góða kunning um koronutiltøkini, og tí kenna tey tað, sum tey verða tikin, tá fólk koma eftir teimum at kanna tey fyri koronu. Og tað er helst orsøkin til, at eldur varð settur á fleiri staðni.

Norska stjórnin hevur boðað frá, at landið fer eftir 50 flóttafólkum í leguni, tí tey hava biðið um at sleppa til Noregs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096