Sethúsaprísurin við tunnilin hækkaður ein triðing

Sethúsaprísurin við tunnilin hækkaður ein triðing
Meðal sethúsaprísurin í hesum økinum er næstan 650.000 krónur størri enn í Eysturoynni sum heild
Húsaprísurin í Runavík er nógv hækkaður, nú Eysturoyartunnilin nærkast
 
10.09.2020 - 15:05

Tað er vorðið 31 prosent dýrari at keypa sethús tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin. 

Prísurin er meira enn tvífaldaður síðani 2015, sigur Betri banki í tíðindaskrivi.

Meðal sethúsaprísurin í hesum økinum er næstan 650.000 krónur størri enn í Eysturoynni sum heild. 

Orsøkin er helst økti áhugin at búgva tætt við Eysturoyartunnilin.

Bústaðarbyrðan eisini tyngri

Bústaðarbyrðan, sum er roknað sum prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað, er í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eisini vaksin nógv seinasta árið.

Bústaðarbyrðan er farin úr 17 prosentum upp í 23 prosent frá 2019 til fyrra hálvár í ár. Tað merkir, at í miðal fara 23 prosent av inntøkuni eftir skatt til at fíggja ein bústað í økinum. 

Til samanberingar fara í miðal 16 prosent av inntøkuni til at fíggja ein bústað í Eysturoynni sum heild, skrivar Betri banki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846