Ferðafólkatalið í Kastrup minkaði 85 prosent

Ferðafólkatalið í Kastrup minkaði 85 prosent
Sagt verður, at so friðarligt hevur ikki verið í Kastrup í mannaminni
Ferðafólkatalið í Kastrup er nógv minkað í ár
 
10.09.2020 - 15:19

Floghavnin í Kastrup misti 85 prosent av ferðafólkunum í summar. Tað vísir ein uppgerð, sum er gjørd fyri juni, juli og august.

Teir tríggjar mánaðirnar fóru og komu 1,3 milliónir fólk í floghavnina, og tað eru 85 prosent færri enn somu mánaðir í fjør, vísa tøl, sum floghavnin hevur almannakunngjørt.

Sagt verður, at so friðarligt hevur ikki verið í Kastrup í mannaminni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442