Heilsutrygdargjaldið fyri rættin

Heilsutrygdargjaldið fyri rættin
Heilsutrygd hevur 133 kærur um heilsutrygdargjaldið hjá teimum, sum arbeiða í øðrum Norðurlandi
Føroya rættur skal nú avgera, hvør hevur rætt, og hvar heilsutrygdargjaldið skal gjaldast
 
11.09.2020 - 10:50

Føroya Rættur skal í fyrsta umfari gera av, um tey, sum búgva í Føroyum og arbeiða í øðrum Norðurlandi, sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, tí norðurlendskur sáttmáli um sosiala trygd er galdandi.

Lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og lógin umfatar øll, sum búgva í Føroyum.

Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd. 

133 kærur

Føroya rættur skal nú avgera, hvør hevur rætt, og hvar heilsutrygdargjaldið skal gjaldast.

Hesin spurningur um heilsutrygdargjaldið hevur verið í nógv ár.

Heilsutrygd hevur 133 kærur um heilsutrygdargjaldið hjá teimum, sum arbeiða í øðrum Norðurlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028