Fer á fund við nevndina í næstu viku

Fer á fund við nevndina í næstu viku
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, verða uppsagnirnar í Føroya Tele umrøddar við nevndina
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer nú at hava fund við nevndina í SEV
 
11.09.2020 - 18:03

Fyrst í næstu viku fer Jørgen Niclasen á fund við nevndina í Føroya Tele eftir, at bæði stjórin og nevndarformaðurin hava sagt seg úr starvi.

Hann hevur í hesi vikuni havt drúgvan fund við Jan Ziskasen, stjóra og nevndarformannin, Ómar Svávarson, sum báðir hava sagt seg úr starvi.

- Teir hava greitt frá sínum sjónarmiðum, og fyrst í komandi viku verður støðan umrødd við nevndina, sigur Jørgen Niclasen. Hann vil kortini ikki siga nakað um, hvat tosað varð um.

Skuldi vera í gjár

Ætlanin var, at fundurin við Føroya Tele skuldi vera í gjár, men landsstýrið hevur fyrireikað fíggjarlógaruppskotið, og tí hevur ikki verið tíð til fundin, men hann verður fyrst í næstu viku, sigur Jørgen Niclasen.

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at hansara uppsagnartíð er seks mánaðir, og tí er virksemið á Føroya Tele sum vanligt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424