Amnesty Føroyar: Móttøkan hart tiltrongd

12.09.2020 - 17:46
Innlendis112
Amnesty Føroyar: Móttøkan hart tiltrongd
Aðalskrivarin í Amnesty International Føroyar fegnast um, at ein móttøka fyri fólk, sum eru neyðtikin ella hava verið fyri harðskapi, verður skipað.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði við útvarpið í gjár, at fólk, ið eru fyri harðskapi, skulu hava eina góða og trygga skipan at venda sær til. Tí verður í næstum - um ársskiftið - ein móttøka, tey kunnu venda sær til, sett á stovn.

Og tað fegnast aðalskrivarin í Amnesty International Føroyar, Katrin á Neystabø, um.

Høvuðsendamálið skal vera at tryggja neyðugu hjálpina. Tað fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella annan kynsligan harðskap fyrst og fremst hevur tørv á í slíkari støðu, er at kenna seg trygg, sigur sigur Katrin á Neystabø, aðarskrivari Amnesty International Føroyar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949