Japan fingið nýggjan forsætisráðharra

Japan fingið nýggjan forsætisráðharra
Yoshihide Suga tekur við eftir Shinzo Abe, sum leggur frá sær av heilsuávum
Yosihide Suga, nýggi forsætisráðharrin í Japan, hevur leingi verið høgra hond hjá fráfarandi forsætisráðharranum, Shinzo Abe
 
16.09.2020 - 09:56

Tingið í Japan hevur í dag alment valt 71 ára gamla, Yoshihide Suga, til nýggjan forsætisráðharra. 

Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Fyrr í dag løgdu Shinzo Abe og stjórn hansara frá sær. Abe leggur frá sær, tí heilsan er farin at bila. 

Hann tók við sessinum sum forsætisráðharri í 2012, og eigur metið sum tann forsætisráðharri, ið hevur sitið longst út í eitt.

Høgra hond hjá Abe

Suga hevur verið stjórnarráðskrivari og hevur verið høgra hond hjá Shinzo Abe.

Yoshihide Suga hevur fáar uttanríkispolitiskar royndir, men hann hevur, sambært Reuters, sagt, at samgongan við USA hevur týdning fyri trygdina hjá Japan. 

Suge hevur eisini sagt, at hann vil hitta norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un, at tosa um japansku ríkisborgararnar, sum í 1980'unum vórðu rændir til Norðurkorea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738