11 smittutilburðir aftrat

bannari
11 smittutilburðir aftrat
3.581 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og í løtuni eru 34 fólk smittað av koronu
 
22.09.2020 - 11:07

11 smittutilburðir vórðu staðfestir aftrat í gjár, og í løtuni eru 34 fólk smittað av koronu. 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tilsamans eru 119.432 kanningar gjørdar.

Øll eru smittað í Føroyum, og flestu tilburðirnir hava samband við aðrar staðfestar tilburðir.

Víðfevnd smittusporing

Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir smittusporingina, sum er sera víðfevnd, verður sagt.

Í gjár vórðu 3.581 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 448 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tilsamans 414 eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 34 fólk smittað í løtuni.

Eingin er innlagdur við koronu í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891