Streympistólar eiga at verða ólógligir

Streympistólar eiga at verða ólógligir
Politistafelagið heldur eisini, at reglurnar um knívar eiga at verða strangari
Absalon Áargarð er formaður í Politistafelagnum
 
22.09.2020 - 13:55

Streympistólar eru ikki ólógligir í Føroyum, men tað áttu teir at verið.

Tað heldur Føroya Politistafelag, sum hevur viðmerkt uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta vápnalógina.

Løgtingið viðger vápnalógina seinnapartin.

Politistafelagið heldur eisini, at reglurnar um knívar eiga at verða strangari.

Neyðugt við fleiri broytingum

Løgmansskrivstovan ásannar, at fleiri broytingar enn tær, sum nú skulu gerast í vápnalógini, eru neyðugar. Men tær verða ikki gjørdar í hesum umfarinum.

Skjótisamband Føroya heldur, at tey, sum fara av landinum við byrsu at kappast, eiga at hava vápnatrygdarskeið.

Men tað heldur Løgmansskrivstovan ikki.

Vápnapass

Landsstýrið vil hava heilt greiða heimild at krevja loyvi, tá vápn skulu av landinum til dømis í sambandi við skjótikappingar.

Eisini gevur lógaruppskotið, sum løgtingið viðger seinnapartin í dag, loyvi til at áseta reglur um føroyskt vápnapass.

Í øðrum lagi er endamálið við lógaruppskotinum at geva landsstýrisfólkinum greiða heimild at áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd hjá politinum til vápnaskránna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847