Kvinnuhúsið fær pening úr trimum grunnum

Kvinnuhúsið fær pening úr trimum grunnum
Felags fyri grunnarnar er, at bara renturnar kunnu lutast út til “værdige trængende kvinder”
Ætlanin er at lata tær 350.000 kr. til byggigrunninum hjá Kvinnuhúsinum í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2020 - 11:14

Kvinnuhúsið fær ætlandi 350.000 kr. úr trimum grunnum, sum skulu takast av.

Tað ætlar Tórshavnar kommuna, og býráðið skal viðgera málið í annaðkvøld. Talan er um grunnfæið í trimum óvirknum grunnum

Ætlanin er at lata tær 350.000 kr. til byggigrunninum hjá Kvinnuhúsinum í Havn.

Grunnarnir, sum skulu takast av, eru Konsul Johannes Hansen og hustru Betsy Eling Adelaide Hansens legat, Else Bergithe Petersens legat og Det Restorffske legat.

Felags fyri grunnarnar er, at bara renturnar kunnu lutast út til “værdige trængende kvinder”.

Nú ongar rentur eru, er heldur eingin útluting. 

Tórshavnar kommuna fer at søkja landsstýrið um loyvi til at taka teir tríggjar grunnarnar av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542