Hava koppingarevni klárt fyri nýggjár

bannari
Hava koppingarevni klárt fyri nýggjár
60.000 fólk eru við í teimum seinastu kanningunum, sum amerikanska heilivágsfyritøkan, Johnson&Johnson, ger
 
24.09.2020 - 09:52

Ein fyritøka aftrat sigur seg nú verða komna so mikið langt at menna koppingarevni fyri koronu, at seinastu royndirnar verða gjørdar nú, og fyri árslok verður koppingarevnið klárt.

Talan er um amerikansku fyritøkuna, Johnson&Johnson.

Eftir tí, sum fyritøkan hevur upplýst, verður nóg mikið hjá fólki at lata seg koppseta eina ferð.

60.000 fólk

Royndirnar hjá fyritøkuni eru nú á triðja og seinasta stigi, og 60.000 fólk eru við í kanningini, upplýsir fyritøkan.

Fyritøkan brúkar helvtina fleiri fólk til endaligu kanningini, enn onnur amerikansk feløg gera, tí ætlanin er at fáa koppingarevnið góðkent sum skjótast.

Og fyritøkan boðar frá, at ætlanin er at koma á mál við seinastu kanningunum í hesum árinum.

10 ymisk sløg á veg

Koppingarevnið  hjá Johnson&Johnson er fjórði amerikanski helivágurin, sum er komin á triðja og avgerandi stig, í royndini at menna heilivág ímóti korona.

Kring heimin eru nú 10 ymisk sløg av koppingarevni fyri koronu á veg.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329