Fyritøkur: Ov trongt at hava koronukanningar

bannari
Fyritøkur: Ov trongt at hava koronukanningar
Stjórin í hýruvognsfyritøkuni Bil heldur tað vera burturvið at flyta meira virksemi oman á eystaru bryggju
Fyritøkur í Havn ávara nú ímóti at flyta koronokanningarnar oman á eystaru bryggju
 
25.09.2020 - 14:03

Fleiri fyritøkur finnast nú at ætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum um at flyta koronu-kanningarmiðstøðina í Havn oman á Farstøðina.

Sjúkrahúsverkið hevur ikki hugsað seg nóg væl um, tá tey ætla at brúka økið á eystaru bryggju til koronokanningar. Har er ov trongt sum er, og serliga mánadagar er økið fult av trailarum og bilum, sigur Heðin Joensen, stjóri í Bil, við Kringvarpið. Tað er burturvið at flyta meira virksemi oman á eystaru bryggju, sigur hann.

Hýruvognsfyritøkan er tó ikki líka meint rakt sum onnur á eystaru bryggju, tí bilarnir kunnu standa aðrastaðni í býnum.

Men tað er óheppið, um bilarnir ikki kunnu koma á støðina fyri ferðslu. Heðin Joensen heldur, at størsta avbjóðingin verður, tá allir bilarnir skulu koyra inn og út gjøgnum somu rundkoyring oman á kaiøkið.

Faroe Ship stúrir eisini

Eisini Faroe Ship stúrir fyri atkomuviðurskiftunum, um Farstøðin skal gerast karmur um eina nýggja korona-kanningarmiðstøð. 

Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship, sigur við Kringvarpið, at enn vita tey ikki, hvussu virksemi fer at síggja út á keiini, og tí er ilt at siga, hvørja ávirkan tað fær á dagliga arbeiðið hjá Faroe Ship.

Hann steðfestir tó, at inn- og útkoyringin oman á eystaru bryggju má ikki verða tarnað av bilrøðum og óskili, tí hesin parturin av bryggjuni er teirra livibreyð. Tað kann eisini ávirka trygdina á kaiøkinum, um ferðslan ikki er skipað, og tað kann hava eina neiliga ávirkan á arbeiðið hjá Faroe Ship.

Ruðuleiki á havnarøkinum

Í gjár fanst Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins, eisini at ætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum.

Hann heldur, at tað fer at elva til ruðuleika á havnarøkinum í Havn, um korona-kanningarmiðstøðin skal vera á Farstøðini.

Kanningarnar skulu eftir ætlan vera í bláa pakkhúsinum hjá Smyril Line, men har longu ov trongligt sum er, sigur Hilmar Eliasen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418