Dupult hjáljóð er nú loyvt í eftirnøvnum

Dupult hjáljóð er nú loyvt í eftirnøvnum
Í gjár boðaði Málráðið frá, at fólk nú kunnu velja at hava dupult hjáljóð í faðirsnøvnum í eftirnøvnum
Fólk kunnu nú hava dupult hjáljóð í faðirsnavninum.
 
26.09.2020 - 16:11

Málráðið hevur gjørt eina nýggja reglu. Hon er galdandi fyri eftirnøvn.

Í gjár boðaði Málráðið frá, at fólk nú kunnu velja at hava dupult hjáljóð í faðirsnøvnum í eftirnøvnum.

Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum. Men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hjáljóðið ikki fellur burtur. Tað hevur Málráðið avgjørt.

Tískil kann sonur ella dóttur ein mann, ið eitur Oddur ella Páll nú velja, um viðkomandi vil hava eftirnavnið Odson við einum d ella Oddson við tveimum d. Ella Pálsdóttir við einum l ella Pállsdóttir við tveimum l.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329