Semingsroyndin er byrjað

Semingsroyndin er byrjað
Langt er millum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildina
Semingsmenninir eru farnir undir semingsroyndina í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar
 
28.09.2020 - 11:24

Semingsstovnurin er farin undir semingsroyndina millum felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Semingsstovnurin varð boðsendur fyri góðari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála.

Í farnu viku høvdu semingsmenninir fund við partarnar hvør sær, og fyrrapartin klokkan 10 hittust partarnir so á Hotel Føroyum. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um semingsroyndina, men fríggjadagin upplýsti hann, at langt er millum partarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454