Loyniferðamaður av landinum í morgin

Loyniferðamaður av landinum í morgin
Hildið verður, at hann er úr Ghana, og tað fara danskir myndugleikar nú at kanna
Bæði loyniferðamaðurin og kinesarin, sum hevur biðið um friðskjól í Føroyum, hava sitið í arrestini í Mjørkadali
 
28.09.2020 - 15:53

Maðurin, sum kom til Føroya við skipi sum loyniferðafólk fyri einari viku síðani, fer av landinum aftur í morgin.

Maðurin varð í Føroya rætti mánadagin fongslaður í átta dagar, meðan løgreglan kannaði málið.

Hann er komin til Føroya við einum skipi, uttan tó at vera partur av manningini.

Maðurin verður latin donskum myndugleikum, sum skulu kanna, hvaðani maðurin er. Hildið verður, at hann er úr Ghana. Tá tað er staðfest, senda danskir myndugleikar mannin heimaftur.

Mál um friðskjól

Løgreglan hevur eisini kannað eitt mál, har ein kinesari hevur biðið um friðskjól í Føroyum.

Men skal biðjast um friðskjól í Føroyum, skal tað gerast í Danmark.

Kinesarin verður tí sendur til Danmarkar, so hann kann søkja har.  

Í løtuni sita báðir menninir í arrestini í Mjørkadali.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313