Ósamd um skúlabygningar á Frælsinum

Ósamd um skúlabygningar á Frælsinum
Tórshavnar kommuna fer at krevja leigu frá landinum fyri tann partin av ognini, sum kommunan eigur
Kommunan eigur eina lon á Frælsinum, hinar eru felagsogn hjá kommunu og landi
 
29.09.2020 - 11:03

Tórshavnar kommuna og landsstýrið eru ikki samd enn um bygningarnar á Frælsinum, har sum Venjingarskúlin og Læraraskúlin eru.

Tey, sum ganga í Venjingarskúlanum, flyta í Skúlan á Fløtum seinnapartin í oktober.     

Kommunan eigur eina lon á Frælsinum, hinar eru felagsogn hjá kommunu og landi. 

Samráðingar um, hvussu verður við ognarviðurskiftunum í framtíðini, eru ikki lidnar.

Frá 1.september er eingin fígging sett av til felagsognina á Frælsinum.

Nú hevur býráðið samtykt at krevja leigu frá landinum fyri tann partin av ognini, sum kommunan eigur, og landið fær atgongd til, um eingin avtala fæst við landið fyri nýggjár. 

Fróðskapartsetrið skal brúka bygningarnar á Frælsinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723