Nógv ferðamannaskip koma á Havnina næsta ár

Nógv ferðamannaskip koma á Havnina næsta ár
59 skip hava boðað frá, at tey koma til høvuðsstaðin í 2021
Í ár kom bara eitt ferðamannaskip, men næsta ár ætla 59 ferðamannaskip sær á Havnina
 
29.09.2020 - 11:18

Áhugin hjá stóru ferðamannaskipunum, sonevndu cruiseskipunum, at vitja á Havnini næsta ár er stórur.

Higartil hava 59 skip boðað frá, at tey ætla sær at leggja inn á Havnina í 2021, tá tey eru á ferð í Norðuratlatnshavi, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri.

Men koronukreppan ger støðuna óvissa, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógv av skipunm koma.

Okkurt av feløgunum, sum hevur boðað frá vitjan næsta ár, er farið á húsagang, og tí er ikki greitt, um felagið gevst, ella um onkur annar fer at reka felagið víðari, sigur havnastjórin.

Vitja alt árið

Tey 59 skipini, sum hava boðað frá vitjan næsta ár, vitja alt árið, sigur hann.

Í ár skuldu 60 ferðamannaskip vitja á Havnini, men bert tað eina kom, áðrenn korona steðgaði tí virkseminum. Skipið var á Havnini tíðliga í mars.

Hini 59 skipini boðaðu sjálvi frá, at tey kortini ikki komu til Føroya, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri í Tórshavnar Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040