Landsbókasavnið fyrireikar ljóðbókaportal

Landsbókasavnið fyrireikar ljóðbókaportal
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur verða atkomuligar á portalinum, sum Landsbókasavnið fyrireikar
 
29.09.2020 - 15:24

Landsbókasavnið fyrireikar ein ljóðbókaportal, har føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur verða atkomuligar á netinum. 

Arbeiðið er komið væl ávegis, men enn vantar nakað í, millum annað skulu avtalur gerast við upphavsrættindahavarar og við veitaran, sum skal koma við tøkniliga pallinum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum setti landsstýrismanninum fyrispurning um undirvísingartilfar til orðblind.

Jenis av Rana sigur, at nakað føroyskt tilfar er teldutøkt, millum annað allar ljóðbøkur hjá Námi.

Í skúlanum kann teldutalan vera hent hjá orðblindum í sambandi við til dømis at skriva stíl og skriva niður, ella notera, sigur Jenis av Rana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026