Trump heilsaði upp á stuðlar sínar

Trump heilsaði upp á stuðlar sínar
Ein lækni sigur, at tað er ábyrgdarleyst av forsetanum, sum hevur koronu, um at biðja trygdarfólk kom við sær í bilin
Trump veittraði úr bilinum til stuðlar sínar uttan fyri sjúkrahúsið, har hann er innlagdur við koronu
 
05.10.2020 - 09:08

Donald Trump, forseti, er fyri ákoyringum, tí hann í gjár fór ein biltúr at heilsa upp á stuðlar sínar, sum standa uttan fyri Walter Reed-sjúkrahúsið, har forsetin er innlagdur við koronu.

Ein lækni á sjúkrahúsinum sigur alment, at tað er ábyrgdarleyst av forsetanum, sum er sjúkur, at biðja trygdarfólk hjá sær koma við sær í bilin, tí smittuvandin í einum so innibyrgdum staði, sum í einum bili, er stórur.

Alment hevur umsitingin í Hvítu Húsunum tó sagt, at neyðugu stigini vórðu tikin fyri at tryggja, at alt gekk rætt fyri seg, og at støðan var trygg.

Var illa fyri

Donald Trump varð lagdur inn á sjúkrahúsið við koronu í síðstu viku. Hann hevur verið illa fyri hesar dagarnar, og hevur millum annað havt tørv á súrevni. Hann hevur eisini fingið sterkan heilivág í viðgerðini. Viðgerðin hevur eftir øllum at døma gingið væl, og tosað verður um, at forsetin møguliga verður útskrivaður í dag.

USA hevur verið meint rakt av koronu. Fleiri enn 200.000 fólk eru deyð, og fleiri enn sjey milliónir eru smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391