Sáttmálin um landgrunnin lagdur fyri tingið

Sáttmálin um landgrunnin lagdur fyri tingið
Føroyski landgrunnurin veksur 27.000 ferkilometrar
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismalum, hevur lagt uppskotið fyri tingið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.10.2020 - 11:15

Ísland, Noreg og Føroyar/Danmark gjørdu fyri sløkum ári síðani sáttmála um føroyska landgrunnin norðanfyri.

Sambært honum verður føroyski landgrunnurin 27.000 ferkilometrar størri enn hann er nú. 

Men áðrenn sáttmálin kemur í gildi, skal hann millum annað góðkennast í løgtinginum og fólkatinginum, tí hann ásetur markið hjá danska kongsríkinum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, legði í gjár fram uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmálarnar við Noreg og við Ísland.
 
Málið er eisini í løglistanum, sum fólkatingið fekk frá stjórnini fyrradagin.

Sáttmálin byggir á semju, sum varð gjørd í 2006.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846