Ternan til 40 ára klassing

Ternan til 40 ára klassing
Jósup røkir siglingina um Nólsoyarfjørð fyrstu tíðina, og Hasfjord fer at gera tveir farmatúrar um vikuna
Ternan fer til klassingar, og Hasfjord fer at gera tveir farmatúrar til Nólsoyar um vikuna
 
15.10.2020 - 14:44

Týsdagin 20.oktober fer Ternan á sleipistøð til 40 ára klassing.

Klaksvíkar Sleipistøð, KSS, hevur fingið arbeiðið at klassa Ternuna, upplýsir KSS. 

Mett verður, at arbeiðið fer at taka umleið níggju vikur, og at Ternan verður klár at seta aftur í sigling á nólsoyarleiðini fyri jól, sigur Strandferðslan.

Fyrstu tíðina eftir, at Ternan er farin á sleipistøð, røkir Jósup siglingina á nólsoyarleiðini, og siglt verður sambært vanligu ferðaætlanini, tó undantikið farmatúrar mikudag og fríggjadag.

Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, fer hon at sigla um Nólsoyarfjørð. Erla Kongsdóttir kemur til Føroya um mánaðarskiftið.

Tveir farmatúrar um vikuna

Hasfjord fer at sigla farm til Nólsoyar, og eftir ætlan verða tveir farmatúrar gjørdir um vikuna.

Strandferðslan sigur, at neyðugt verður at laga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum, og farmatúrar verða gjørdir, tá hægsta flóð er. 

Siglt verður av Gomlurætt til Nólsoyar og aftur, og ferðaætlanin fyri farmatúrar verður lýst hvøjra viku, sigur Strandferðslan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210