Fyrrverandi ráðharri skuldsettur í rúsevnamáli

Fyrrverandi ráðharri skuldsettur í rúsevnamáli
Salvador Cienfuegos, sum var ráðharri í verjumálum í Meksiko, er handtikin í Los Angeles, skuldsettur fyri handil við rúsevnum og hvítting
Cienfuegos (sum peikar á myndini), ið var ráðharri í verjumálum í Meksiko frá 2012-2018, er tikin fyri rúsevni og hvítting
Mynd: AP (2017)  
 
16.10.2020 - 07:57

Tað skrivar amerikanskir miðlar. Uttanríkisráðharrin í Meksiko, Marcelo Ebrard, skrivar á Twitter, at hann frætti um handtøkuna frá amerikanska sendiharranum í Meksiko, Christopher Landau.

Tíðindastovan AP endurgevur tvær ónevndar keldur, sum siga, at tað var narkoløgreglan, DEA, sum handtók Cienfuegos, og at hann er skuldusettur fyri at selja rúsevni og hvítting.

DEA hevur ikki svara fyrispurningum frá AP-tíðindstovuni. Cienfuegos var verjumálaráðharri í Meksiko frá 2012 til 2018 tá Enrique Pena Nieto var forseti. 

72 ára gamli Cienfuegos, sum nú er pensjóneraður, varð handtikin á flogvøllinum í Los Angeles, tá hann kom við familju síni, skrivar Associated Press.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444