Tvey brek raktu Landsnet í senn

19.10.2020 - 16:37
InnlendisTøkni
Tvey brek raktu Landsnet í senn
Apoteksverkið læt aftur seinnapartin, tí tey fingu ikki avgreitt kundarnar
Apoteksverkið noyddist at lata aftur seinnapartin, tí brek var á Landsnetinum

Fleiri stovnar hjá landinum hava í dag havt trupulleikar við netinum, nevnt Landsnet, og tað hevur elvt til, at eitt nú alt apoteksverkið læt aftur seinnapartin í dag, tí tey fingu ikki avgreitt kundarnar.

Birgir av Steinum, deildarleiðari á Gjaldstovuni, sum umsitur KT Landsins, sigur, at tvey brek raktu samstundis, og tí fingu landsstovnarnir ikki samband við Landsnet.

Birgir av Steinum sigur, at onki bendir á, at tað er álop á Landsnet, sum er orsøkin til brekið, men ongin endalig niðurstøða verður fyrr enn í morgin.

Hann sigur, at partar av landsstovnunum hava longu nú fingið sambandið aftur, men ógreitt er, nær allir stovnar hava fingið sambandið aftur.

Hoyr Birgir av Steinum í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV